< Aftur
Bjørt Lind
Løggildur sálarfrøðingur
Teldupostur: bjortlind@gmail.com
Fartlf. nr. 530043

Bjørt Lind

Løggildur sálarfrøðingur

Arbeiðsøki:

Sálarlig viðgerð - einstaklingar, pør, familjur og bólkar.
Samrøður við børn, ung og vaksin.

Kanningar, útgreiningar og metingar fyri stovnar og myndugleikar.
Faklig vegleiðing/supervisión við sálarfrøðingum og øðrum yrkisbólkum.

Fyrilestrar, skeið og undirvísing. 

Útbúgving:

Cand.psych.aut.

Í holt við at útbúgva meg til kliniskan sexologiskan ráðgeva frá Sexologisk Institut í Danmark.

Starvsroyndir:

Arbeiði í løtuni sum námslektari, og undirvísi námsfrøðingum í sernámsfrøði.

Havi arbeitt í Barna og ungdómspsykatriini, bæði í Føroyum (2017-2018) og Danmark (2013-2015). Havi royndir at útgreina og viðgera børn og ung. Havi royndir at viðgerða børn og ung við sera ymiskum trupuleikum og avbjóðingum, alt frá angist, OCD og depression til transseksualitet. Havi arbeitt við heilt smáum børnum, frá 0 ár og upp, har eg m.a. havi brúkt spæliterapi.

Havi eisini royndir at arbeiða við børnum og ungum ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi (Center for Seksuelle Overgreb 2011 og 2013).

Havi royndir í intervention og viðgerð av familjum, serliga har foreldur og barn sambandið sær út til at verða á skeivari kós.

Havi undirvíst og veitt supervisión á fleiri av mínum fyrrverandi arbeiðsplássum.

Viðgerðartilgongdir:

Eg havi samrøður við fólk, ið stríðast við ymsar sálarligar trupulleikar so sum tunglyndi, strongd, avleiðingar av kynsligum ágangi, spurningar um kynsliga útvikling og seksualitet, og annað, ið á einhvønn hátt kann gera lívið trupult og avbjóðandi.

Mín teoretiska tilgongd er nógv ávirkað av narrativum ástøði og ACT (acceptance and commitment terapi).

Tað sum tó er mest umráðandi fyri meg er, at samrøðurnar eru meiningsfullar hjá tí einstaka, og at tær eru viðvirkandi til ynsktu broytingina hjá klientinum. Samstarvið og sambandið millum sálarfrøðing og klient er grundleggjandi útgangsstøðið fyri, at samrøðurnar kunnu vera hjálpsamar og útviklandi fyri klientin. Eg taki sostatt altíð útgangstøði í tí einstaka klientinum og viðgerðin verður tillaga klientin og tann trupuleika/avbjóðing klienturin kemur við.

Skeiðsvirksemi og ráðstevnur:

M.a.

Innleiðsla í ACT v/ Thomas Gustavsson og Kristian Eli Andersen 

Legens betydning v/ Knud Hellborn

Kursus i Klinisk sexologi v/ Jesper Bay-Hansen

ADOS certifikat v/Lennart Pedersen fra Center for Autisme

Limaskapur:

Eri limur av Føroyskir Sálarfrøðingar